Rakel enn einaferð í uppskoti til virðisløn

Rakel Helmsdal er enn eina ferð í uppskoti til at fáa Barna- og ungdómsbókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum.

Hetta kunngjørdi Norðurlandaráðið fyri løtu síðan á barnabókamessuni, Bologna Children’s Book Fair, í Bologna í Italia, sigur Bókadeildin hjá Lærarafelagnum í eini fráboðan í dag.

Tað er nýggjasta barnabókin, Rakel Helmsdal hevur skrivað, og sum hon nevnir, Miljuløtur, sum er í uppskoti til at fáa virðislønina.

Miljuløtur er eitt myndprýtt stuttsøgusavn til børn, har vit uppliva heimin við eygunum á einum barni, har tað gerandisliga, sum børn kenna aftur, er flættað saman við tað hugfloygda og yvirnatúrliga. 

Kathrina Skarðsá, ið er dansk-føroyskur yrkismyndprýðari, hevur myndprýtt bókina og tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum gav bókina út í fjør.

Virðislønin verður latin í Stockholm í oktober.

Rakel Helmsdal var eisini uppskoti til somu virðisløn fyri bókina, Klandursskrímsl, í 2013, og í 2018 var hon somuleiðis í uppskotið til virðislønina fyri bókina, Neyðars skrímsl, saman við íslendsku Áslaug Jónsdóttur og svenska Kalle Güettler. 

Í 2016 varð ungdómsskaldsøga hennara, Hon sum róði eftir ælaboganum, í uppskoti til virðislønina. 

Og í 2018 varð Rakel Helmsdal harumframt, á triðja sinni í uppskoti til Astrid Lindgren Memorial Award-virðislønina fyri ritverk sítt.