Rakar nógv fleiri kvinnur enn menn

Tað eru nógv fleiri kvinnur arbeiðsleysar, enn tað eru menn

Arbeiðsloysi er ein trupulleiki sum rakar kvinnur nógv harðari enn menn.

Tað vísir ein uppgerð, Hagstovan hevur gjørt um arbeiðsloysið í Føroyum.

Uppgerðin vísir at í løtuni eru 898 fólk arbeiðsleys.

Men av teimum eru 358 mannfólk og sostatt eru tað 540 kvinnur, sum eru arbeiðsleysar.

Tað merkir, at 2,5 prosent av monnunum eru arbeiðsleysir, men at 4,3 prosent av kvinnunum eru arbeiðsleysir.

 

Arbeiðsloysið í aldursbólkunum er sera ymiskt, alt eftir kyni. Hjá monnum er tað hægst í elsta aldursbólkinum 55-66 ár, har tað er 3,9 prosent. Men hjá kvinnum er tað hægst í bestu árumm ella í aldrinum 25-34 ár, har arbeiðsloysið er 5,8 prosent

Lægsta arbeiðsloysið hjá monnum er í aldrinum 45-54 ár og hjá kvinnum í yngsta aldursbólkinum 16-24 ár.

 

Samanlagt er minsta arbeiðsloysið hjá teim yngstu 16-24 ár.

Fleiri orsøkir kunnu vera til tað. Ein kann vera, at í hesum aldursbólki eru lutfalsliga fleiri, ið hvørki eru skrásett í ALS- ella Almannastovuskipanini fyri arbeiðsleys, m.a. tí tey ikki hava eins fast tilknýti til arbeiðsmarknaðinum sum tey eldru.

 

Sum tað sæst á myndini, er tað vanligt, at arbeiðsloysið er størri hjá kvinnum enn hjá monnum.

Einasta undantakið er í tíðarskeiðnum, tá arbeiðsloysið vaks skjótt eftir fíggjarkreppuna 2009-2010.

Tá arbeiðsloysið fór at minka aftur á vári 2011, minkar tað skjótari hjá monnum, so at munurin hevur verið vaksandi, serliga tvey tey síðstu árini.