Tey, sum kanska hava gingið og stúrt fyri, at tann ovurstóra smástjørnan AG5 fer at raka jørðina um 28 ár, hava eftir øllum at døma onga orsøk til at stúra kortini.
Tá granskarar í januar í 2011 varnaðust ta 140 metrar breiðu smástjørnuna, elvdi tað til stúran, tí kanningar vístu, at um illa vildi til, kundi hon raka jørðina í 2040. Men nú sigur amerikanska rúmdarumsitingina Nasa, at tað er 99 prosent sannlíkindi fyri, at hon fer framvið.
Granskararnir siga kortini, at teir ætla sær at halda eygað við AG5 tey næstu árini. Eitt nú er ætlanin at kanna hana um heystið næsta ár. Tá verður AG5 147 milliónir kilometrar frá jørðini.










