Rakar eisini føroysku arbeiðsmegina

Oljukreppan ávirkar eisini føroysku offshorefeløgini.

Oljukreppan heldur á og í londunum um okkum verða fólk í hópatali søgd úr starvi. Í farnu viku ljóðaði, at 10.000 fólk fóru at vera uppsøgd í bretska partinum av norðsjónum í ár og fyrr í dag boðaði Maersk Oil frá, at teirra starvsfólkahópur skal skerjast við 10 prosentum.

 

Fleiri føroyingar eru tí í vanda fyri at missa síni størv, men føroysku offshorefeløgini siga tó, at tey hava ongar ætlanir um at siga fólk úr starvi.

 

Tó so, oljukreppan merkist eisini hjá teimum. Sambært Mouritsi Mohr, stjóra í PAM Offshore, eru 45 mans er farnir av arbeiðslistanum seinastu vikurnar. Í samrøðu við Kringvarp Føroya segði Mourits Mohr, at teir eisini spakuliga merktu avleiðingarnar av minkandi virkseminum í oljuvinnuni.

 

Faroe Offshore Services sigur seg ikki merkja stórvegis til oljukreppuna enn, men ásannar tó, at kappingin á marknaðinum er vorðin nógv harðari seinastu tíðina.

 

Hvørki PAM Offshore ella Faroe Offshore Services hava menn í føstum starvi og tí er eingin uppsagdur hjá teimum. Kortini er minni at gera, siga tey.

 

Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore, sigur, at har merkja tey eisini væl til kreppuna, men at ongar ætlanir eru, um at siga fólk úr starvi.

 

Skansi Offshore hevur trý skip, sum hava langtíðarsáttmála, meðan tvey eru á sokallaða spot-marknaðinum, og merkja hesi bæði væl, at færri arbeiðsuppgávur eru nú enn áður, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

 

Vit hava fyrireika okkum til, at oljukreppa verður í tvey ár framyvir. Ymiskar tillagingar eru gjørdar í hesum sambandi, men tað liggur ikki í kortunum at siga fólk úr starvi, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore.