Søltuvík: Upp gjøgnum øldirnar eru nógv skip sokkin við Føroyar.
Tað serstaka við Principia úr Newcastle er, at hetta er størsta skip sum er sokkið her á landi.
Skipið var 96 metrar langt, 11 metrar breitt og 2749 bruttotons til støddar, og legði 16. november í 1895 frá landi í skotska býnum Dundee við farmi til New York. Í lastini vóru klútar, pappír og tjørutunnur til USA.
Sambært upplýsingum á alnetinum vóru 28 sjómenn, harav teir flestu vóru úr Bretlandi og eitt ferðafólk, umborð á skipinum sum kom í illveður og fór heilt út av kós.
Tað gekk hvørki verri ella betri enn so, at tað rendi á land við Stóraboða uttanfyri Søltuvík fimm dagar seinni, 21. november 1895. Eldur kom í skipið, sum sakk so at siga beinanvegin.
Bert tann ein maðurin, matrósurin Heinrich Anders úr týska býnum Rostock varð bjargaður. Hann slapp upp á lastalúkuna, og á henni rak hann norður um Trøllhøvda, inn í Hestfjørð og yvir ímóti Gomlurætt, har hann varð sæddur av einum manni á landi.
Eftir at hava rikið í samfullar 14 tímar í illveðri, varð hann at enda bjargaður í land og kom í húsið hjá Jóanesi Patursson í Kirkjubø.
Hann fór aftur til heimland sítt nakrar dagar seinni, men vitjaði aftur í Kirkjubø í 1936. Ein partur av lastarlúkuni er enn til, og verður í dag brúkt sum borð í Stokkastovuni í Kirkjubø.
Akkerini
Í 2001, 106 ár eftir vanlukkuna, vórðu fyrstu stigini tikin til at fáa akkerini av Principiu upp av havsins botni.
Hetta varð gjørt í góðum samstarvi millum kavarar frá Froskmannafelagnum og Sands Kommunu. Aftaná sjálva landkomuna, varð arbeitt við at viðgera akkerini á rættan hátt, soleiðis at tey ikki saltsprongdust. Tí lógu tey í feskvatni í drúgva tíð.
Í 2008 vórðu akkerini koyrd vestur til Søltuvíkar, eins og minnissteinurin varð bílagdur frá Grótvirkinum í Skopun.
Sitandi kommunustýri, sum avdúkaði steinin sunnudagin 22. august í ár, er tað triðja í røðini, sum arbeiðir við ætlanini um akker og minnistein yvir Principiu.