Myndirnar av hýsu, sum er sera rak, eigur heimasíðan - r7.fo. Hetta sær ikki gott út, og spurningurin er, hvør heildarmyndin við hýsuni á Føroyabanka er.

Ófrættakent: Rak hýsa á Føroyabanka

Í fleiri ár hevur verið sagt frá bæði nógvari og góðari hýsu á Føroyabanka, men nú er eftir øllum at døma vent í holuni.

 

 

Myndirnar av hýsu, sum er sera rak, eigur heimasíðan - r7.fo. Hetta sær ikki gott út, og spurningurin er, hvør heildarmyndin við hýsuni á Føroyabanka er.

Í dag hava søgur gingið um, at hýsa, sum seinastu dagarnar er veidd á Føroyabanka, er deyðarak. Hetta hevur eisini ávirkað prísin, sum bátarnir hava fingið fyri hýsuna.

 

Hetta ljóðar ófrættakent, nú Føroyabanki endiliga er latin uppaftur fyri avmarkaðari vinnuligari veiði.

 

Heimasíðan - r7.fo - hevur fingið nakrar myndir sendandi av hýsu, sum er sera rak, og hýsan verður nú samanborin við toskin, sum fekst inni við land miðskeiðis í 2019 og út á heystið.

 

Um várið 2019 var rættiliga nógvur toskur at fáa, og eisini snellubátar fingu nógvan fisk. Men, tá ið leið út á summarið og heystið, gjørdist serliga fiskurin, sum fekst inni við land, sera rak.

 

Í fleiri ár hevur annars verið sagt frá bæði nógvari og góðari hýsu á Føroyabanka, og sagt hevur verið, at fiskurin á Bankanum sum heild hevur verið væl fyri.

 

Áðrenn Føroyabanki læt uppaftur fyri avmarkaðari vinnuligari veiði, vóru tað línuskiparar, sum hildu fyri, at hýsan á Bankanum helst fer at doyggja av elli.

 

Men, nú kundi ymiskt bent á, at hýsan ístaðin fer at doyggja í raki.

 

Ofta er tað soleiðis, at veiðan árini eftir, at fiskurin er so rak, verður sera lítil. Teir, sum fiska, siga, at hýsuni vantar føði, og teir halda, at royndin á Føroyabanka hevur verið ov lítil í fleiri ár, skrivar r7.fo.

 

Heimasíðan leggur aftrat, at sølurnar á Fiskamarknaði Føroya vísa, at bátar, sum hava verið á Føroyabanka, fáa lægri prís fyri hýsuna enn bátar, sum fiska aðrastaðni.

 

In.fo fer í morgin at spyrja seg fyri um, hvussu veruliga støðan við hýsuni á Føroyabanka er. Vit fara eisini at fregnast, um hýsan á Bakanum yvirhøvur er so rak, sum sagt verður.

 

 

 

 

 

Myndirnar av hýsu, sum er sera rak, eigur heimasíðan - r7.fo. Hetta sær ikki gott út, og spurningurin er, hvør heildarmyndin við hýsuni á Føroyabanka er.