Eftir at hava rikið á Indiska Havinum í einum seglbáti við brotnari mastur í næstan tríggjar mánaðir varð sviin Stig Lundvall bjargaður umborð á eitt grikskt skip í gjár.
Svenska tíðindastovan TT skrivar, at masturin á bátinum brotnaði í illveðri, og tí rak báturin fyri vág og vind í 11 vikur. Tá grikska skipið Proteus kom fram á bátin, var hann 40 fjórðingar úr suðurafrikanska havnarbýnum Richards Bay.
Stig Lundvall hevur sagt manningini á grikska skipinum, at hann brúkti sína seinastu neyðrakett, tá Proteus var einar tveir fjórðingar frá bátinum. Til alla lukku sóu teir umborð á skipinum rakettina.
-Teir umborð sóu tað allarseinasta ljósið frá rakettini, áðrenn tað bleiv myrkt aftur, sigur Danny Jenni hjá suðurafrikonsku bjargingartænastuni við svenska blaðið Expressen.