Rak í bjargingarbáti í eitt samdøgur

BJARGING Tað byrjaði brádliga at loga umborð á bátinum. Hetta hendi so skjótt, at útróðrarmaðurin í roynd og veru bara mátti leypa í bjargingarbátin, uttan møguleika at senda út neyðarkall.

Noreg: Í næstan eitt samdøgur í havsneyð, rak hann runt í bjargingarbátinum, fullkomiliga yvirgivin til veður og vind.

- Tað var ótrúliga heppið at hann varð funnin, sigur Eirik Walle, sum er bjargingarleiðari í Hovedredningssentralen í Suðurnoregi, við norskar fjølmiðlar.

Næstseinasta sunnudag var tann 40 ára gamli útróðrarmaðurin úr Frøya farin til fiskiskap í ein landnyrðing úr Halten.

Tá kom brádliga eldur í 40 føtur stóra bátin. Maðurin hevði ikki annað í at velja, enn at skunda sær í lívdraktina og síðani leypa í bjargingarbátin.

- Maðurin leyp í bjargingarbátin um 10-tíðina henda sunnumorgunin. Hann hevur greitt frá, at tíð var ikki at boða frá eldsbrunanum, tá hann mátti fara av bátinum.

- Av tí at hann ikki fekk boðað frá, og tí at hann hevði sagt, at hann ikki kom aftur fyrrenn um tríggjar dagar, var eingin sum saknaði mannin, greiðir Eirik Walle víðari frá.


Havætt

Walle heldur, at tað var satt hepni, at útróðrarmaðurin varð funnin.

- Tað var eingin skipaferðsla í økinum, meðan maðurin rak í bjargingarbátinum um náttina. Eingin hevði heldur sæð eldsbrunan umborð á bátinum.

- Hann var ótrúliga heppin, tí tað var havætt og hann rak ímóti landi. Hevði tað hinvegin verið avlandsvindur, var hann rikin til havs, greiðir Walle frá.

Útróðrarmaðurin varð noyddur at vera í bjargingarbátinum alla náttina, í heglingi, kulda og við strúki í vindi. Men árla morgunin eftir varð hann sæddur av einum brunnbáti, sum sigldi framvið.

40 ára gamli útróðrarmaðurin varð funnin í øllum góðum. Báturin hinvegin er ikki funnin, og er eftir øllum at døma sokkin.

- Tað seinasta sum maðurin sá av bátinum var ein stórur logi. Hann er heilt vísur í, at báturin nú liggur á havsins botni, greiðir Walle frá.




Skelkandi at eingin sá hann

Skiparin á Ro Master, Håkon Wahl heldur tað vera ótrúligt, at eingin annar legði merki til bjargingarbátin.

- Tað hava uttan iva verið fleiri bátar, sum hava siglt framvið honum. So tað er nærum skelkandi, at hann ikki varð sæddur av øðrum, sigur Wahle.

Umborð á bjargingarbátinum var bæði neyðbluss og rakettir, sum vórðu brúktar, uttan at tað hjálpti.

- Tá vit funnu hann, hevði hann brúkt øll neyðblussini. Vit sóu bara ljósini frá bátinum í hesum farvatninum, sum er rættiliga ótrygt.

- Jú, tað var ikki besta farvatnið sum hann hevur rikið í: Ringur sjógvur. Nógv sker og grynnur. Og í bjargingarbátinum er bara eitt tunt “gólv”, vísir Wahl á.

Tað sjáldsama við hendingini er, at útróðrarmaðurin og Håkon Wahl hava verið vinir heilt frá barnaárum.