Rak á lastalúku í 14 tímar

Lastalúkan á Principiu, sum fórst út fyri Søltuvík í 1895, verður brúkt sum borð í Stokkastovuni í Kirkjubø.

Tað var hin 21. november í 1895, at 96,32 metrar langa trímastraða barkin, Principia úr Newcastle, fór á land á Stóraboða í Søltuvík vestantil á Sandoynni.

 

Skipið fór úr Dundee í Skotlandi hin 16. november sama ár, og leiðin bar til Amerika. Í illveðri hin 19. november kom eldur í skipið, sum setti kós móti Skotlandi, men endaði í Føroyum.

 

Tað var bara ein maður, sum bar boð í bý eftir skipsbrotið út fyri Søltuvík. Hesin rak á lastalúku í 14 tímar og varð bjargaður í land í Kirkjubø.

 

Lastalúkan verður brúkt sum borð í Stokkastovuni í Kirkjubø, og í 2001 tóku føroyskir froskmenn akkerini, sum síggjast á viðheftu mynd, upp av vrakinum.

 

Minnisvarði er reistur í Søltuvík yvir teir 28, sum fórust við Principia.

 

Við minnisvarðan liggja eisini stóru akkerini, og her eru benkur, har høvi er at seta seg niður eina løtu í vøkrum náttúruumhvørvi.