Er nakar, sum hevur uppiborið heitið sum guru innan ítróttarsálarfrøði, so er tað helst norski Willy Railo. Kring allan heim er normaðurin sera høgt í metum fyri evni síni at motivera og vegliða ikki bara ítróttarfólk. Men vinnulívstoppar, tónleikarar og mong mong onnur, sum hava tørv á at røkka nakrar sentimetrar afturat á mentala økinum.
Brøgdini, sum hann hevur verið knýttur at, eru nógv í tali, men tá tað nú aðrastaðni á síðuni verður skrivað um størsta vónbrotið hjá Beckham, so kann hóskandi verða trivið í kanska glæsiligastu løtuna hjá honum sum enskur landsliðsskipari.
Tá enska landsliðið skuldi reisa seg í HM-undankappingini til 2002, gjørdi Sven Göran Eriksonav, at Willy Railo skuldi verða partur av hesum.
Og bæði Beckham og Erikson góvu norsku mental-guruni stóran part av æruni fyri frísparkið, sum sendi Ongland til HM-endaspælið.
Sjálvandi krevur tað endaleysa venjing og framúr teknik. Men tað kravdi so sanniliga eisini sín mann, tá Beckham í yvirtíðini sendi fríspark móti grikska málinum úr 25 metra fjarstøðu. Spælararnir vistu tá, at eitt tap sendi Ongland úr hitanum, meðan ein sigur sendi teir í hitan. Í eini slíkari støðu skal spælarin bara vita, at »nú geri eg tað, sum bara riggar eina ferð út av túsund«. Og sjálvandi sat bólturin klistraður uppi í grisku samankomingini.
Ella kanska verður tað best lýst við heitinum á einari av kendastu bókunum hjá Railo: Bedst når det gælder!