Raillo og gummibeinini

Meira enn nakað, so vóru tað helst tiltiknu gummibeinini, sum at enda feldu EB/Streym. Ein støða, sum kann íkoma, tá lið ella einstaklingar ikki megna at tackla trýstið, sum fylgir við oddasessinum

Fótbóltur

Tú skalt tora at vera best. Tað var høvuðsboðskapurin hjá norska Willy Raillo, tá hesin í síni tíð trein fram á pallin sum ein av fremstu ítróttarsálarfrøðingunum yvirhøvur.
Psykologiski faktoruruin eigur á ongan hátta at undirmetast í ítrótti, og í veruleikanum er hesin helst eins týdningarmikil á einum fótbóltsliði, sum tekniski, taktiski og fysiski parturin er tað.

Og júst tað dirvið, sum krevst, um tú skalt verae bestur, var tað, sum EB/Streymur ikki hevði í seinasta enda. Fimm umfør undan seinasta leikdegi var EB/Streymur annars sjey stig framman fyri HB. Og við málúrtøkuni í huga, so var at kalla einki at tosa um. Megnaði felagsliðið at vinna sær 8 av seinastu fimtan stigunum, so var gullið heima. Fýra tey fyrstu av hesum stigunum vórðu fingin í teimum báðum næstu dystunum, men tá HB áhaldandi vann, var kravið framvegis fýra av níggju stigum. Eitt krav, sum undir vanligum umstøðum skuldi verið gjørlit at rokkið hjá EB/Streymi. Ikki minst, tí tveir av trimum seinastu dystunum vóru á heimavølli, har liðið als ikki hevði tapt í ár.
Tí trýstinum megnaði EB/Streymur tó ikki at spæla við, og tí er eingin ivi um, at teir fyrst og fremst hava sær sjálvum at takka, at endastøðan bleiv tann, sum hon bleiv.

Seks tey seinastu umførini vóru hesi:
22. umfar
VB/S-EB/S1-4
GÍ-HB1-4

Støðan
EB/S47 stig
HB40 stig

23. umfar
EB/S-Skála2-0
HB-KÍ5-1

Støðan
EB/S50 stig
HB43 stig

24. umfar
B68-EB/S1-1
HB-B362-1

Støðan
EB/S51 stig
HB46 stig

25. umfar
EB/S-GÍ2-3
HB-VB/S2-0

Støðan
EB/S51 stig
HB49 stig

26. umfar
ÍF-EB/S1-2
B68-HB0-1

Støðan
EB/S54 stig
HB52 stig

27. umfar
HB-ÍF2-0
EB/S-KÍ0-1

Støðan
HB55 stig
EB/S54 sig