Áðrenn Indianapolis
Ferrari hava vunnið fýra av teimum fimm koyringunum, sum hava verið her, Michael Schumacher tríggjar ferðir og Rubens Barrichello eina ferð. Einasta lið sum hevur megnað at vinna á Ferrari á nýggju Indianapolis er McLaren Mercedes. Tað var, tá tvífaldi heimsmeistarin, finnin Mika Hakkinen, í 2001 tók sigurin.
Hóast Ferrari høvdu tveir bilar á skammilinum seinas, er ivasamt, um Ferrari vinnur hesuferð, So eru sannlíkindini størri, at ein finni í einum McLaren vinnur. Kimi Raikkonen, vann í Kanada og hevur seinastu nógvar koyringarnar tykst sera skjótur. Hann hevur alt at berjast fyri. Heimsmeistaraheitið er aftur meira opið, aftan á at Alonso rendi á í Kanada, nú eru einans 22 stig ímillum teir báðar.
Fernando Alonso og Renault byrjaðu árið sera sterkt, men hava ikki verið líka sannførandi seinastu koyringarnar, men við hepni hevur Alonso alíkavæl megnað at skava stig innundir seg. Í Kanada varð hann tó so trýstur, at hann breyt sær bilin í eini ákoyring. Alonso er ikki eins stórur favorittur til heimsmeistaraheitið, sum fyri fáum vikum síðan.
Liðfelagin hjá Alonso, Giancarlo Fisichella megnaði eisini fyrstu ferð síðan ársins fyrstu koyring, at seta Alonso uppá pláss. Áðrenn bilurin hjá óhepna Fisichella fekk tøkniligar trupulleikar.
Montoya var eisini sera sannførandi í Kanada og lá á fremsta plássi eina løtu, men orsakað av fyrst kleyvarskapi hjá liðnum og síðani egnum kleyvarskapi tá hann koyrdi út á breytina meðan reytt ljós var, varð hann diskvalifiseraður. Hann var skjótari enn Raikkonen, og kann gott gera ein vørr. Hann hevur eisini nógv at prógva, árið hevur verið øðiliga soltið fyri kolumbiumannin.
Williams BMW fingu annað pláss í næst- og triðjseinastu koyringini, men skuffaðu illa í Kanada, har teir bert fingu 13. og 14., byrjunarstøðu, Mark Webber kom á mál á 5. plássi, meðan Nick Heidfeld slettis ikki kom á mál.Tey eru tí sera áhugaði í at fáa gongd aftur á stríðið fyri liðmeistaraheitinm, og kunnu kanska gerast ein jokari.
Red Bull Racing fekk tveir bilar í stigini seinastu viku, og hevur hesa vikuna ein nýggjan motor, sum sambært liðnum kann megna at skera 3-4 tíggjundapartar av einum sekundi av hvørjum umfarið, hetta kann gera liðið enn meira kappingarført, og tað verður spennandi at fylgja við hetta vikuskiftið.
BAR-Honda fingu fyrstu byrjunarstøðu í Kanada, og Jenson Button var væl við í stríðnum um oddasessirnar, til hann breyt sær bilin. BAR hava ferðina, og kunnu kanska gleða nakrar av amerikansku íleggjarunum hjá British American Racing við einum góðum úrsliti, og ársins fyrstu stigum.
Flest allar Formel 1 heimasíður spáa at Raikkonen vinnur í Indianapolis. Raikkonen sjálvur væntar eitt gott úrstlit, tí bilurin hjá McLaren egnar seg, sambært honum betur til hesa breytina enn til t.d. breytina í Montreal.