Ragnhild Hansen 80 ár

Í gjár, týsdagin 19. juni, fylti Ragnhild Hansen í Klaksvík 80 ár.

Ragnhild er ættað úr Heimistovu í Svínoy. Foreldrini vóru Anna og Jóannes Joensen. Tey áttu sjey børn – tríggjar dreingir og fýra gentur. Ragnhild er elst av systrunum.

Í 1949 giftist Ragnhild Karsteni Hansen, sum var ættaður uttan av Toftum, og sum vaks upp í Svínoy. Tey fluttu í 1950 úr Svínoy og til Klaksvíkar, har tey bygdu á Gerðareiði.

Ragnhild var, sum mest sum allar konur tá í tíðini, heima hjá børnunum, meðan tey vóru smá og vuksu til. Í býlinginum á Gerðareiði, sum fyri tað mesta varð bygdur fyrstu árini eftir kríggið, vóru ógvuliga nógv børn í fimmti og seksti árunum.

Børnini hjá Ragnhild og Karsten eru Hanus (1949), Jóannes (1955) og Finngerð (1961). Hanus og Finngerð búgva í Klaksvík, og Jóannes býr á Toftum. Ragnhild eigur átta ommubørn, og tað eru komin seks í næsta ættarliðnum.

Heimið í Kráargøta hevur altíð verið hugnaligt og friðfult í góðum grannalagi, og gestablídnið hevur verið stórt. Tað var stórur smeitur fyri Ragnhild, tá ið hon í 2001 misti mannin.

Hóast heilsan ikki nú er, sum hon hevur verið, so fylgir Ragnhild framvegis væl við í tí, sum gongur fyri seg. Í familjuni er hon nátúrligi miðdepulin. Hon hevur umvegis telefonina samband við nógv fólk, hon er fegin um heimahjálpirnar, sum vitja tvær ferðir um dagin, hon fegnast um tey, sum trúliga støkka inn á gólvið, og hon fylgir væl við í bløðunum, útvarpinum og sjónvarpinum.

Dótturin er inni á gólvinum hjá Ragnhild mest sum hvønn dag. Í gjár varð føðingardagurin hildin í heiminum hjá dóttrini, og har vóru næstan hálvt annað hundrað fólk inni á gólvinum og heilsaðu upp á Ragnhild. J