Ragnhild Gaardbo 80 ár

Týsdagin 3. oktober fyllir mamma okkara, Ragnhild Gaardbo á Toftum 80 ár.

Mamma er dóttir Rakael og Jóhannus Hansen í Túni á Toftum og vaks upp í einum góðum heimi í rekkjuni mitt á Toftum, saman við systkjum sínum, Yddi, Hilda, Anna, Hanni, Lela, Ingebeth, Hannebeth, Eli og Astrid.
Sum ung fór hon út at tæna, bæði her á Toftum, og eina tíð inni á Glyvrum, eisini tænti hon, saman við Lelu, eina tí úti á Barnaheiminum á Nesi.
Eftir at mamma og pápi vóru gift undir krígnum, var mamma heima og passaði okkum, svigarforeldrini, húsini og familjuna.
Tá vit so vóru blivin vaksin og flakavirkið var komið á Toftum, fór mamma at arbeiða á Nyki, og arbeiðssom sum hon var og við sínum lætta sinni, treivst hon sera væl millum arbeiðsfólki á flakavirkinum, har hon hevði ymisk álitisstárv.
Fyri okkum hevur hon altíð verið tann fullkomna mamma, sum uppaldi okkum í kærleika, umsorgan, góðsku og hjálpsemi, bæði í uppvákstrinum og eisini síðani vit blivu vaksin, og sama lyndi hevur hon síðani víst móti børnum og familjum okkara.
Mamma saman við pápa, ið doyði í 1981 bert 57 ára gamal, skaptu í hjúnalagi teirra, tær bestu og tryggastu umstøður hjá okkum børnum at vaksa upp í sum hugsast kundi.
Vit kundu ikki fingið ein betri og tryggari uppvákstur, enn okkara trygga og góða barnaheim uppi í Brekkum, har mamma í okkara yngru árum gekk heima, og pápi arbeiddi sum arbeiðsformaður hjá D. P. Højgaard niðri í Oyrunum.
Meðan vit vóru børn, var mamma jú altíð heima, so vit komu ongantíð heim til tóm hús, men sum oftast vóru nógv fólk inni umframt mammu.
Hetta komst óiva av, at mamma altíð hevur havt eini serlig evni, gávur og hegni til at verið saman við og at umgingist fólk, sum hevur viðført, at hon altíð hevur megna at skapt trivnað og góðar kenslur hjá menniskjum hon er saman við, og var tað hetta sum eyðkendi hennara grannalag inni í Brekkum, og tað var í hesum góðu umstáðum vit fingu loyvi til at vaksa upp í.
Mamma hevur altíð havt og hevur framvegis eina serliga umsorgan fyri okkum børnum, okkara familju og øðrum menniskjum. Hesa umsorgan vísti hon millum annað við at taka annan av synunum hjá Annu systur síni, ið doyði í barsilssong, til sín og uppaldi hann sum sín egna son, og vit gleddust um at hava fingið ein beiggja afturat.
Mamma hevur á ein serligan hátt merkt stórar og tyngjandi sorgir í lívinum, serliga tá vit hugsa um, at hon hevur misti tríggjar synir, ein sum nýføðing, ein í vanlukkuni á Toftavatni og ein í ferðsluóhappi í Toftatúni og til seinast pápa, men hennara tol, hennara lyndi og andaliga grundstøði hevur hjálpt henni ígjøgnum alt hetta á ein slíkan hátt, at vit børnini í dag hava eina mammu, sum uttan undantak er tann vit børnini leita til og fáa hjálp frá, tá vit eru blivin rakt av sorg og missi, og tað eru vit henni ómetaliga takksom fyri.
Nú mamma er 80 ár, kann hon av sonnum gleðast um børnini, svigarbørn, tey sjey ommubørnini og tey seks langommubørnini, og vilja vit við hesum ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum og ynskja tær Guds ríku signing í teimum komandi døgum og árum.

Børnini við familju