Ragnheiður og Hugi eru komin í A finalu á NM í Álandi

Unga reiðkvinnan Ragnheiður Ólafsdóttir heldur fram við góðu úrslitinum í stórum altjóða kappingum.

Tað skrivar Ríðisamband Føroya. Herfyri kom hon í fleiri finalur í DM og nú er hon komin stigið longur og hevur kvalifisera seg til eina A finalu í NM, sum er í Álandi í hesum døgum.

 

Hetta má metast at vera eitt sera flott avrik av Ragnheiður og hestinum Huga frá Hrepphólum. Í innleiðandi í greinini fjórðgongd ungreiðfólk, gjørdist tey nr 5 av 19 luttakarum – Karakterurin hjá teimum var bara 0,06 frá einum øðrum plássið, so vónirnar fyri at gera tað enn betri í finaluni eru sjálvsagt til staðar.