Ragnarok í Keypmannahavn

Fríggjakvøldið 24. februar á Norðurbryggju í Keypmannahavn

 

Hamferð og Skálmöld úr ávikavist Føroyum og Íslandi eru heitastu nøvnini á tí

Norðurlendska metalpallinum í løtuni, har Ragnarok altíð er nær!

 

Hamferð og Skálmöld hava lurtað væl eftir teimum norðurlendsku kvæðunum og sagnunum

og knýta hetta saman við hørðum metaltónleiki.

 

Føroysku Hamferð kalla seg sjálvar umboð fyri tær myrku og ókendu síðurnar av tí

føroyska hugaheiminum. Við tungum tempo og innilæstum villskapi ber bólkurin fram ta sorg, einsemi og bardaga fyri lívinum, sum hevur valdað lívinum í Føroyum í fleiri øldir.

 

Drívmegin handan tónleikin er soleiðis fíggindarnir hjá føroyingunum, sum ongantíð

møðast: Deyðin, myrkrið og tær øgiligu ódnirnar.

 

Íslendsku Skálmöld hevur fingið sín íblástur frá norðurlendskari mytologi og teimum

íslendsku saga’unum, og tekstirnir hjá bólkinum fylgir siðvenjuni hjá eldri

íslendskari yrking.

 

Limirnir í bólkinum hava royndir frá ymiskum sløgum av tónleiki, men teir hittast í

tí sterka og episka víkingametallinum, sum eisini stavar frá tí gamla íslendska

fólkatónleikinum.

 

Við hesi sterku dupultkonsertini nærkast Ragnarok heilt víst Christianshavn hetta

kvøldið.

 

Hesum boða fyrireikarar frá.