Ragnar undirhelt á mentanargøtuni

Tað hendir nógv á Tórsgøtu í hesum døgum. Í gjár varð Tórsgøta mála reyð og blá av ungdómi, og í dag var gøtan karmur um eina øðrvísi uppliving, tá Reinsaríið skipaði fyri eini útikonsert mitt í arbeiðstíð.


Ungi tónleikarin Ragnar Finnson spældi í ein heilan tíma eina blanding av sínum egnum og kendum løgum, meðan havnarborgarar og onnur brúktu høvi at steðga á eina løtu, seta seg á eina av sofunum ella stólunum, meðan tey notið tónleikin frá Ragnari Finnson og ein góðan kaffimunn frá Reinsarínum.


Ragnar Finnson sæst javnan spæla saman við nøkrum av okkara fremstu tónleikarum, og so seint sum leygarkvøldið vann hann árligu Sementkappingina við Bluesette.