Føroyski badmintonspælararnir fóru týsdagin undir einstaklingakappingina hjá bæði kvinnum og monnum. Bert føroyameistarin Erland Poulsen yvirlivdi fyrsta dagin, tá trý tey fyrstu umførini blivu spæld, men mest óvæntaða úrslitinum stóð 22 ára gamli Ragnar Rasmussen fyri.
Tað kom longu í 1. umfari, tá Ragnar kom upp ímóti einum av favorittunum í kappingini, Daniel Söderström av Gotlandi. Í liðkappingini dagin fyri hevði hesin víst stórspæl og smashaði allar mótstøðumenn av vøllinum. Men móti Ragnari var tað ikki nógv veiggj í manninum hjá vertsoynni.
Tað var týðiligt, at Söderström var móður frá liðkappingini dagin fyri, har hann spældi nógvar dystir og var ein av høvuðsmonnunum aftan fyri bronsuna sum Gotland vann (Føroyar blivu nummar 7 av 11), men einki skal takast frá Ragnari Rasmussen, sum ivaleyst eisini bleiv undirmettur av heimamanninum.
Tað sá gott út frá byrjan, og Ragnar vann fyrsta settið so trygt sum 15-6. Í øðrum setti var spennandi at síggja, um gotlendski spælarin fór at taka seg saman, men Ragnar helt fram við góða spælinum og sendi hann úr kappingini longu í fyrsta umfari við at vinna annað settið 15-10. Eitt frálíkt úrslit hjá Ragnari og badmintonliðnum, sum ongantíð hevur verið millum størstu føroysku heiðursmerkjaslúkarar á oyggjaleikunum.
Allir teir fýra menninir hjá føroyingum - Erland Poulsen, Regin Hammer, Jørgin Enghamar og Ragnar Rasmussen - komu víðari úr fyrsta umfari uttan stórvegis trupulleikar.
Í øðrum umfari skuldi Regin Hammer fyrst í eldin móti Phil Duffin av Jersey, sum vann liðkappingina, og sum oftast hevur teir sterkastu spælararnar í badminton.
Tað var lítil og eingin munur millum teir báðar í fyrsta settinum, sum Jersey maðurin at enda vann 17-15. Í øðrum setti spældi Regin mótstøðumannin av vøllinum og vann settið so trygt sum 15-1. Tað hóvaði ikki manninum av Jersey, sum alla tíðina gekk og tosaði á vøllinum og í løtum eisini royndi at »psyka« Regin niður við prátinum hjá sær. Men tað rein ikki við hjá føroyinginum, sum í triðja og avgerandi settinum legði seg á odda 9-2. Tað sá heilt gott út hjá Regini, men hann megnaði ikki at halda høvdið kalt, og spakuliga át spælarin av Jersey seg inn á hann aftur. Við støðuni 12-11 til Phil Duffin lá dysturin á vippuni, men tað endaði so við, at Duffin vann 15-11. Sera spell hjá Regini, sum ikki spældi verri enn hin, heldur øvugt.
Erland Poulsen var næsti maður, sum skuldi á vøllin, og trífaldi føroyameistarin hevði ikki nógvar trupulleikar av gotlendinginum Magnus Hoffman, sum hann vann 15-9, 15-5.
So væl gekk ikki hjá Jørgini Enghamar, sum í einum jøvnum og spennandi dysti mátti lúta 5-15, 17-15, 13-15 fyri Paul Bougourd av Guernsey.
Ragnar Rasmussen hevði sjálvsálitið í topp eftir frálíka sigurin í fyrsta umfari, og hann vann eisini í øðrum umfari móti Michael Kleist av Grønlandi 15-6, 15-10.
Í triðja umfari vann Erland Poulsen á Ian Coombs-Goodfellow av Jersey í einum sera jøvnum dysti, sum endaði 15-12, 15-13 til sterkasta føroyska spælaran í kappingini.
Ragnar Rasmussen bleiv í triðja umfari steðgaður av Darren Le Tissier av Guernsey, sum er ein av sterkastu spælarum í kappingini, og sum vann 15-6 og 15-0.
Sostatt var Erland Poulsen tann einasti av føroyingunum, sum var eftir, tá farið varð undir fjórðingsfinalurnar. Her spældi hann móti Mark Leadbeater av Guernsey. Hann er 35 ár og sostatt 14 ár eldri enn Erland, og Leadbeater vann 15-11, 15-2.
Kvinnurnar máttu bíða heldur leingi týsdagin, áðrenn tær sluppu at dystast. Ein av orsøkunum var, at tær allar fýra bíðaðu til annað umfar, tí ikki nóg nógvar tilmeldingar vóru til at spæla eitt fult fyrsta umfar.
Guri Poulsen og Elsa Thorkildshøj komu víðari úr 2. umfari, meðan Ingun Hansen og Kristianna Thorkildshøj blivu steðgaðar. Ingun tapti í trimum settum 11-4, 3-11, 7-11 móti Lisbeth Jeremiassen av Grønlandi, og Kristianna hevði ongan møguleika móti Annelie Gate av Gotlandi, sum vann 11-0, 11-2.
Guri Poulsen vann 11-3, 11-6 á Moira Nicolson av Orkney oyggjunum, og Elsa Thorkildshøj sendi Louise Lafferty av Gibraltar úr kappingini við settúrslitunum 11-4, 11-1.
Triðja umfar bleiv endastøðin hjá Guri og Elsu. Guri tapti 4-11, 3-11 móti Helena Nirs av Gotlandi, og Elsa fekk veruliga oyruni í maskinuna móti Kerry Duffin av Jersey, sum vann 11-0, 11-0.
Mikudagin byrjaðu tvímansleikirnir hjá monnum og kvinnum, og hósdagin eru tað so blandaðu tvímansleikirnir, sum eru á skránni.