Føroyskan tónleik til útflutnings. Hetta hava vit hoyrt við jøvnum millumbilum seinastu árini. Og ofta hevur verið vónað og bíðað eftir føroyska gjøgnumbrotinum. Tað gongur støðugt rætta vegin, kann staðfestast.
Fyri fyrstu ferð er tað eydnast einum føroyskum sangara at koma á ein almennan útlendskan hitt-lista. Talan er um Ragnar Jacobsen, Ragnar í Vík, sum við countryfløguni »The silence of a falling star« er komin á The European Independet Labels Country Top 30.
European Media Services (EMS) setir listan saman.
Í januar er Ragnar komin við á eina fløgu, sum nevnist Country Hotdisc. Hetta er sølufremjandi tiltak, sum bretin Stuart Cameron stendur fyri. Fløgan fer eftir ávísari skipan til øll útvarpsfólk, sum spæla country og hon verður dagførd hvønn mánað.
Í januarfløguni syngur Ragnar »Alone and Forsaken«, í februar »Did you miss me« og í mars verður uppaftur ein sangur hjá Ragnar við á Country Hotdisc fløgunum.










