Enn eru allir lutir ikki endaliga avgreiddir, men gongst sum ætlað, so verður Ragnar Stakksund at síggja á meistaraliðnum hjá Kyndli til komandi kappingarár.
Kviki vongspælarin hevur ananrs fingið sína hondbóltsuppaling hjá Neistanum, har hann eisini hevur fingið sítt gjøgnumbrot á besta liðnum, men eins og fleiri av liðfeløgunum hava gjørt tað í ár, so tykist Ragnar nú eisini at leita eftir nýggjum avbjóðingum.
Samstundis liggur tað í kortunum, at Kyndil fer at styrkja seg við einum útlendskum leikara. Hetta tóktist annars gleppa, tá Damir Oros ístaðin valdi at fara til Neistan, men hóast formaðurin í felagnum, Jóannes Dalsgarð, ikki vil gera konkretar viðmerkingar til hetta, so vita álítandi keldur at siga, at talan verður um útlendskan styrk.
Og eftir at meistaraheitið í fjør kom til høldar, tykist formaðurin ikki vera í iva um, hvat málið skal verða komandi kappingarár.
- Vit hava eitt fínt lið við teimum leikarum, sum vit høvdu í fjør, og tað, sum so kemur aftrurat, fer vónandi bara at styrkja enn meira um hópin. Sjálvandi skal skinnið ikki seljast, fyrr enn bjørnin er skotin, men vit fara so altíð at royna at vinna okkum heilt fram í oddin, sigur Jóannes Dalsgarð.










