Samstundis sum kappingin fyri tey vaksnu var, skutu børnini eisini. Ragnar Mikkelsen var í serflokki og vant burturúr øllum hinum á fimtan metrum.
Innleiðandi var Ragnar fremstur við 546 stigum. Odd Andreassen og Oddmar Nielsen vóru ávikavist nummar tvey og trý, við 522 og 499 stigum.
Innleiðandi vóru eisini fýra persónlig met, so tey ungu skammast helst ikki av sínum degi.
Í hálvfinalunum skutu Ragnar Mikkelsen og Sirið Rein. Ragnar Mikkelsen vann við seks stigum. Í hinari hálvfinaluni skutu Oddmar Nielsen og Odd Andreassen. Teir plaga at standa síð um síð í Runavík og venja, so teir kenna styrkir og veikleikar hjá hvørjum øðrum. Í gjár dró Odd Andreassen longra stráið og vann við fýra stigum.
Um bronsuna skutu Sirið Rein og Oddmar Nielsen. Sirið legði seg á odda við sjey stigum í fyrsta umfarið, og helt hesa leiðslu restina av dystinum, samstundis sum hon útbygdi hana eitt vet. Sostatt vann hon við 110 stigum ímóti teimum 101 hjá Oddmari Nielsen.
Í finaluni skutu Ragnar Mikkelsen og Odd Andreassen. Ragnar helt sama stíl sum áður, og vann dystin við 18 stigum.









