Ragnar sá reytt men B36 helt tørn

Tíggju minuttir undan dystarenda misti B36 ein mann, og tá ið so EB/Streymur minkaði um munin var talan um stóran spenning á Tórsvølli

Tað kendist at vera stórur lætti í B36 leguni, tá ið Alex Troleis bríkslaði fyri síðstu ferð á Tórsvølli.

Máltalvan vísti 2-1, eftir at B36 í fyrra hálvleiki var frammanfyri 2-0.

Símun Sólheim minkaði um munin til 2-1, tá ið tað restaðu ellivu minuttir. Uppleggið átti Niklas Kruse.

Lítla løtu seinni sá B36 miðvallarin Ragnar Samuelsen gula kortið fyri aðru ferð. So var B36 undirmannað, og møguleikin fyri senstatiónini, at EB/Streymur skuldi javna, lúrdi av álvara.

Heðin Klakstein varð skiftur inn á EB/Streyma liðið miðskeiðis í seinna hálvleiki. Hann hevur leingi verið skaddur, men tykist nú av álvara at vera komin fyri seg. Í tíðini, sum dómarin legðia aftrat, hevði Heðin heilt stóran møguleika at javna, men tað eydnaðist ikki at skora, og so vann B36 2-1.

Magnus Holm Jacobsen var fyri fyrstu ferð í langa tíð á sentrala B36 miðvøllinum. Hann hevur leingi verið skaddur, og hann er ikki av álvara komin fyri seg enn. Men hann átti uppleggið til 1-0 málið, tá ið hann við langari sending legði bóltin fram í brotsteigin hjá EB/Streymi, har Bjarki C. Nielsen var runnin inn og sera hegnisliga stýrdi bóltin framvið Róa Zachariasen í málinum hjá EB/Streymi.

Og tað vóru farnir 20 minuttir, tá ið Brian Jakobsen økti um munin til 2-0. Tá sá tað út til, at talan fór at verða um trivaligan heimasigur. Talan var um fínt mál. Alex Mellemgaard legði inn fyri úr vinstru, og Brian Jakobsen sendi við høvdinum bóltin í málið.

So var tað, at tað fram ímóti dystarenda varð heilt spennandi, men B36 helt tørn, og árstalsfelagið hevur nú lyft seg fram at vera millum tey fimm fremstu, har tað verður roknað við, at B36 eigur at vera.

 

B36 – EB/Streymur 2-1 (2-0)

1-0: Bjarki C. Nielsen

2-0: Brian Jakobsen

2-1: Símun Sólheim

Dómari: Alex Troleis

B36: Mathias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Lukas Enevoldsen, Andrias H. Eriksen, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen, Ragnar Samuelsen – Martin Agnarsson, Andrass Johansen, Bjarki C. Nielsen – Brian Jakobsen

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Petur Zachariasen, Árni G. Olsen, Mikkjal Hellisá, Ári Arge – Elias Moustage, Hjalti K. Djurhuus – Ronnie Møller Iversen, Ragnar B. Danielsen, Símun Sólheim – Niklas Kruse