Ragnar og Katrina luttaka í aftankvirruni

Fríggjakvøldið 2. mars frá kl. 21 – 23 verður aftankvirra í Havnar Kirkju. Kl. 22 syngur Katrina Petersen og Ragnar Olsen spælir gittar, og kl. 22.30 verður andakt við Marjun Lómaklett, presti.


Ragnar Olsen og Katrina Petersen undirvísa bæði á Tórshavnar Musikkskúla.
 
Ragnar fer at spæla verk eftir Sor, Llobet og Tarrega, meðan Katrina kemur at syngja svenskar andaligar sangir og bulgarskar fólkasangir. Tey fara eisini at framføra nøkur verk saman.
 
Ragnar er 34 ára gamal og skopuningur. Hann er útbúgvin klassiskur gittarspælari og gittarlærari við diplom-yvirbýgningi. Hann lærdi á konservatoriinum í Esbjerg og hevur eisini arbeitt sum gittarpedagogur í Esbjerg. Síðan 2005 hevur hann undirvíst á Musikkskúlanum í Havn.
 
Katrina Petersen er 33 ár og hálvføroysk, men hon hevur altíð búð í Keypmannahavn. Mamman er ættað úr Bø. Katrina er útbúgvin rútmiskur sangari og sanglærari við diplom-yvirbygningi. Hon lærdi á rytmiska musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. Hon hevur verið fastur sangari til aftankvirrur í Helligåndskirken á Stroynum í Keypmannahavn. Síðan september í fjør hevur hon undirvíst á Musikkskúlanum í Havn.