Ragnar Eginsson, sum hevur fingið seg royndan í donsku kappingini seinastu tíðina, var ruddiliga í finaluni. Mótstøðumaðurin Petur Niclasen, sum hevur verið venjari hjá Ragnari Eginsson, hótti so at siga ongantíð. Ragnar Eginsson vann 4-0. Settúrslitini vóru 11-5, 11-5, 11-7 og 11-6.
Henriette Nielsen vann greitt á Rakul Mikkjalsdóttir í finaluni í einmansleiki fyri kvinnur. Úrslitið var 4-1. Tað er fyrstu ferð, at hon er føroyameistari.