Ragnar og Heðin Ársins leiðarar

Ragnar Joensen, stjóri á Marine Harvest og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum gjørdust ávikavist ársins privati og almenni leiðari. Sum vanligt hevur verið seinastu árini hevur Synergi í dag skipa fyri vali av ársins leiðarum 2011. Til Ársins privata leiðara vóru innstillaðir Janus Petersen, forstjóri í BankNordik, Ragnar Joensen, stjóri í Marine Harvest og Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.

Til Ársins privata leiðara valdi dómsnevndin Ragnar Joensen, stjóra í Marine Harvest.

Eisini varð ein almennur leiðari valdur, og innstillað vóru Halla Joensen, Heimið við Vallalíð, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og Jógvan Thomsen, stjóri á Skrásetingini.

Til Ársins almenna leiðara valdi dómsnevndin Heðin Mortensen.