Tá ið dómarin Aron Sofus Vest bríkslaði fyri síðstu ferð við Løkina í kvøld, vóru tað gestirnir, sum fegnaðust, meðan heimamenninir vóru sera vónbrotnir.
Nýggja og fína máltalvan vísti 1-1, og tað høvdu teir í 07 Vestur alla orsøk at fegnast um. Tí hetta er fyrsta ferðin nakrantíð, at 07 Vestur fer úr Runavík við úrtøku.
-Hóast teir beinanvegin løgdu seg á odda, so varðveittu vit góða hugburðin. Allir stríddust, og tað passaði okkum væl, at dysturin myndaðist soleiðis, sum hann gjørdi. Vit trívast væl við nógvum duellum, og tað vóru nógvar duellir í kvøld, sigur ovurfegni Ragnar Weihe.
Hann varð skiftur inn, tá ið tað restaðu stórir 20 minuttir av vanligu leiktíðini. Ein minutt undan, at vanliga leiktíðin var farin, stýrdi hann úr góðari støðu bóltin í málið og so var 1-1.
-Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at eg havi skorað í bestu deildini. Talan var um síðuskift, og eg kendi meg vera heilt leysan, tá ið Predrag Jeremic legði bóltin fyri føturnar á mær. Javnleikurin hevur nógv at siga fyri okkum, sigur 19 ára gamli Ragnar Weihe.
NSÍ varð roknað at vera stórfavorittur, og NSÍ legði bragdliga fyri. Sekundvísarin hevði ikki verið tvær ferðir runt, tá ið bólturin lá í meskunum aftanfyri Silas Eyðsteinsson í 07 Vestur málinum. Jakob Trenskow legði við horna inn fyri úr vinstru, og Klæmint A. Olsen rann ímóti bóltinum og sendi frammanfyri fremra stólpa bóltin í handara síðunetið.
Fyrra partin av fyrra hálvleiki vóru nógvar spentar støður í 07 Vestur brotsteiginum, og Silas Eyðsteinsson bjargaði fleiri ferðir, og verjan, har Dann Fróðason í kvøld var eyðsýndir, taklaði og blokeraði. So datt spælið hjá heimaliðnum burtur. Tað gekk illa at fáa skipað spæl á miðvøllinum í lag, og sum seinni hálvleikur leið, spøkti møguleikin, at tað skuldi eydnast gestunum at javna. Teir vóru onkra ferðina tætt við, og so eydnaðist tað í næstsíðsta minutti.
Dómarin legði seks minuttir aftrat, og í evstu løtu var um reppið, at tað eydnaðist NSÍ at skora sigursmálið.
-Vit eru vónbrotnir, tí í sovornum dysti eiga vit at vinna, um vit skulu vera við í toppinum. Leikliga avrikið í dag var ikki nóg gott. Hóast teimum dámar væl, at tað eru nógvir nærdystir, so eiga vit at vera so mikið frægir fótbóltsspælarar, at vit megna at spæla, so vit sleppa undan nærdystum. Men tað vóru vit ikki í kvøld, staðfestir NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen.
NSÍ – 07 Vestur 1-1 (1-0)
1-0: Klæmint A. Olsen 2.
1-1: Ragnar Weihe 89.
Dómari: Aron Sofus Vest
NSÍ: Tórður Thomsen – Sjúrður Pauli Nielsen, Jákup Jakobsen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Egilstoft (Pætur Turiðarson, 66.) – Betuel Hansen (Mórits Heini Mortensen, 81.), Tróndur Jensen, Jacob Trenskow – Mikkel Elbæk Jakobsen (Aron Knudsen, 66.), Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen
Gult kort: Tróndur Jensen
Venjari: Allan K. Jepsen
07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Asbjørn Heðinsson (Sølvi Egilsson, 50.), Dann Fróðason, Dánjal Pauli Lervig, Jóannis á Steig – Teitur Olsen, Martin Tausen, Martin Heilberg Pettersen, Albert Theis Nielsen (Ragnar Weihe, 70.) – Zoran Vujovic, Predrag Jeremic
Gult kort: Asbjørn Heðinsson
Venjari: Heðin Askham
KÍ | 8 | 7 | 1 | 0 | 27 | 4 | 22 |
HB | 8 | 5 | 2 | 1 | 28 | 7 | 17 |
NSÍ | 9 | 5 | 2 | 2 | 19 | 12 | 17 |
Víkingur | 8 | 4 | 3 | 1 | 16 | 7 | 15 |
B36 | 8 | 3 | 4 | 1 | 13 | 8 | 13 |
EB/Streymur | 8 | 2 | 2 | 4 | 8 | 15 | 8 |
ÍF | 8 | 2 | 2 | 4 | 12 | 21 | 8 |
07 Vestur | 9 | 2 | 1 | 6 | 12 | 29 | 7 |
B68 | 8 | 1 | 2 | 5 | 10 | 21 | 5 |
TB | 8 | 0 | 1 | 7 | 5 | 26 | 1 |