Ragnar Joensen farin úr starvi

Takkar fyri seg sum tekniskur stjóri í Marine Harvest

Føroyingurin Ragnar Joensen er farin frá sum tekniskur stjóri í heimsins størstu alisamtaki Marine Harvest. Tað skrivar norski miðilin IntraFish í morgun.


Ragnar Joensen hevur starvast í fyritøkuni í seytjan ár, har hann hevur røkt fleiri álitissessir, harímillum stjóri fyri Marine Harvest Norway og nú tekniskur stjóri í samtakinum.


Við norska miðilin sigur Ragnar Joensen, at hann ikki fer í annað starv, men at arbeitt verður við ymiskum verkætlanum.


- Eg fari at arbeiða við ymiskum ráðgevara uppgávum innan alivinnuni, serliga verkætlanir í samband við stórar framleiðslur á landi, sigur hann við blaðið og leggur aftrat, at hann umhugsar møguleikan at ala á landi í Føroyum.


Tað er ikki nýtt, at Ragnar Joensen hyggur at møguleikanum at ala á landi í Føroyum. Í samband við stríðið viðvíkjandi útbyggingina av havnarlagnum á Sundi, skrivaði Sosialurin um eina umsókn frá Ragnari Joensen til Tórshavnar kommunu um loyvi at brúka økið til aling á landi.