Kappingin “Tórshavn Open” var um vikuskiftið á golfbreytini á Glyvursnesi. Luttakararnir spældu 18 hol leygarmorgunin, og aftur 18 hol sunnudagin.
Fimtan mans høvdu teknað seg til kappingina, og fremstur var Ragnar Isaksen, tá avtornaði. Hann hevði 166 sløg um holini. Næstur honum var Janus Norðberg, sum hevði 169 sløg.
Talan var um seinastu úttøkukappingina í Føroyum til Oyggjaleikirnar, sum verða á Isle of Wight komandi summar. Úttøkunevndin hjá DNSÍ, sum er deildarsbambandið fyri nýstovaðan ítrótt, fer nú at meta um úrslitini og taka støðu til, hvørjir skulu umboða Føroyar í golf á oyggjaleikunum.
FAKTA:
ÚRSLITINI UM VIKUSKIFTIÐ:
1. Ragnar Isaksen 166 sløg
2. Janus Norðberg 169 sløg
3. Andrias F. Hansen 170 sløg
4. Eyðun av Reyni 174 sløg