Ragnar Isaksen vann

Klubbmeistarakappingin í holspæli hevur verið um vikuskifti. Átta av teimum bestu í meistarakappingini í slagsspæli, sum varð spælt 28. og 29. august, vóru við í kappingini.
Ragnar Isaksen og Óskar Eiriksson rukku finaluni, sum varð avgreidd sunnudagin. Ragnar Isaksen varð fremstur og kann rópa seg klubb­meistara, aftaná ein sera javnan dyst, sum varð avgjørdur á 17. holi.
Harald Eirikstoft vann kapp­ingina um triðja pláss. Hann vann á Janusi Norðberg.
Bara tvær kvinnur luttóku. Óluva Lómsstein vann finaluna á Finn­gerð Hansdóttir.
Holspæl verður spælt soleiðis, at tveir spælarar spæla móti hvørjum øðrum, og vinnarin fer víðari í kappingini, sum er skipað eftir kupp-leisti, har taparin rýkur út.