Ragnar hevur finalukjans

Oyggjaleikir: Eftir frálíku kappingina hjá einstaklingum í skeet, har tað eydnaðist Mariusi F. Joensen at vinna gull, eru tað nú skjúttarnir í trap, sum eru farnir at kappast.

Har lá í gjár serstakliga væl fyri hjá Ragnari við Streym, sum samanlagt lá á einum fjórða plássi, tá teir høvdu skotið tvey innleiðandi umfør í gjár.

Hann var fýra dúgvur aftan fyri tann triðfremsta, og fleiri eru eisini beint í hølunum á Ragnari, so talan er um eina spennandi kapping.

Triðja og síðsta innleiðandi umfarið verður í dag, og so fara seks teir bestu í finaluna at skjóta, og har hevur Ragnar altso enn ein góðan møguleika at verða ein.

Ikki hevur hilnast heilt so væl hjá hinum trap-skjúttanum, Esmari Andreasen, so tað skal vilja sera væl til, skal tað eydnast honum at koma í finaluna.

Hann er annars upprunaliga skeet-skjútti, tí í eini fýra ella fimm ár skjeyt hann skeet, áðrenn hann fyri umleið hálvumøðrum ári síðani skifti yvir til trap.

Heilt nýggjur í oyggjaleikahøpi er Ragnar við Streym tó ikki, tí í oyggjaleikunum á Rhodos í 2007 vann hann tvey silvurmerki í judo. Sostatt er hann ein av teimum fáu, sum hevur vunnið heiðursmerki í tveimum ymsum ítróttargreinum.