Ragnar gjørdist nevndarlimur

Nýggi nevndarlimurin er kendur úr alivinnuni, bæði her í Føroyum og uttanlands.

Í dag hevur eykaaðalfundur verið í Ognarfelagi Tryggingartakaranna. Einasta mál á skránni var nevndarval, har umboðsráðið skuldi velja ein nýggjan lim í nevndina.

 

Valið gjørdist Ragnar Joensen, sum er kendur úr alivinnuni, bæði her í Føroyum og uttanlands.

 

- Nevndin í Ognarfelagi Tryggingartakaranna mannar eisini nevndina í Betri P/F, sum er móðurfelag hjá Betri Banka, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Heimi.

 

Tað er nevndin í Ognarfelagi Tryggingartakaranna, ið boðar frá valinum, sum verið hevur í dag.