Ungi tónleikarin, Ragnar Finsson, hevur um jólini gjørt vart við seg við einum nýggjum jólalagi, sum hann framførir á Youtube saman við Árna Johannesson. Tað er Ragnar Finsson sjálvur, sum hevur skrivað orð og lag til sangin.
- Pápi mín er tøkningur í útvarpinum, so hann beyð okkum spæla eitt jólalag, men eg helt at jólaløg, generelt, eru eitt sindur cheesy, so eg gjørdi bara mítt egna, og Árni legði afturat við onkrum feitum el-guitarum og slíkum, sigur Ragnar um hetta lagið, sum kallast Christmas in the trenches.
Teir báðir ætla sær at halda fram við at gleða fjøldina við tónleiki, fyribils bara á Youtube.
Lagið er at hoyra niðanfyri.










