Ragnar Finnson í SMS í morgin

Fríggjdagin klokkan 17 kunnu vitjandi í SMS síggja og hoyra 12 ára gamla talentið Ragnar Finnson, sum síðsta fríggjakvøld spældi seg víðari í sjónvarpssendinini hjá DR1, Talent 2008.

Ragnar kom upprunaliga víðari í kappingini, tá hann, saman við mongum øðrum, var til upptøkuroynd á torginum í SMS fríggjdagin 15. mai í ár. Donsku dómararnir fullu longu tá fyri hansara evnum, og síðsta fríggjakvøld var hann á skíggjanum í stóru undirhaldssendini há DR1. Ragnar spældi lagið Good Riddence hjá Greenday, hóast skakkur av reyðum krossum og at hann var biðin um at fara heim at eta meira spinat, kom hann so langt inn í hjørtuni hjá dómarunum, at hann slapp víðari hesuferð og sleppur at luttaka víðari í kappingini.

Ragnar og punkbólkur hansara fara at framføra á pallinum á torginum í SMS fríggjadagin kl. 17.00