- Fólk hyggja eitt sindur merkiliga eftir mær, men higartil hava eg næstan bara fingið positivan respons frá fólki, sigur Ragnar Finsson, sum er klárur til Talent-finaluna - Talent sendingin hevur verið góð fyri meg, tí kappingin hevur givið mær møguleikan at spæla nógvar konsertir, og tað dámar mær væl, sigur Ragnar Finsson við heimasíðuna hjá Danmarks Radio undan stóru finaluni í Talent 2008, sum verður í annaðkvøld.
Seinastu vikurnar hevur hann vant dúliga undan finaluni í Talent, men hann vil ikki avdúka, hvussu framførslan hjá honum í annaðkvøld fer at verða.