Ragnar er aftur í B36

Seinastu tvey árini hevur hann spælt á Toftum, har hann var ein av stuðulsspælarunum

Ragnar Samuelsen fer nú aftur at spæla fyri barndómsfelagið B36.

 

- Ragnar er ein raskur og fjølbroyttur spælari, sum altíð er sinnaður at fara undir tað harða arbeiðið. Ragnar kennir eisini felagið innanífrá, so hann er ein týdningarmikil spælari at fáa í hópin, sigur Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari í B36.

 

Ragnar er 25 ár, og hann hevur fyrr spælt 110 dystir fyri okkara besta manslið í alt.

 

Seinastu tvey árini hevur hann spælt á Toftum, har hann var ein av stuðulsspælarunum. Eitt skifti í 2019 royndi hann seg eisini í EB/Streymi, tá Jákup Martin Joensen var venjari har.

 

- Tað kennist gott at vera heima aftur í B36-húsinum, og eg eri spentur at fara undir hesa spennandi avbjóðingina, sigur Ragnar Samuelsen.

 

Avtalan er galdandi fyri komandi tvey kappingarárini.

 

Herfyri skrivaði miðverjin Heini Vatnsdal eisini undir sáttmála við B36.