Ein gamal kenningur hevur í kvøld skrivað undir nýggjan sáttmála við Tofta Ítróttarfelag.
Tað er Ragnar Lindholm, sum nú aftur fer at umboða barndómsfelagið, eftir at hann í nøkur ár hevur verið í Danmark í útbúgvingarørindum.
28 ára gamli Ragnar Lindholm er málverji, og nú fer hann at kappast við Róa Mørk Hentze um plássið millum stólparnar hjá B68.
Ragnar Lindholm hevur í føroyskum fótbólti bara umboðað B68, sum hann spældi síðst fyri í 2018.
Sambært faroesoccer.com hevur hann spælt 25 dystir í bestu deildini, 72 dystir í næstbestu deildini og fýra dystir í kappingini um løgmanssteypið.










