Ragna vónar at KÍ-mennirnir yvirraska

(Rás2) Hoyr eitt summarfestivals- og fótbóltsprát Jóna Nicolajsen hevði við KÍ-veteranin, Ragnu Patawary

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr summarfestivalsprátið Jóna Nicolajsen gjørdi beinleiðis á Rás2, har hon prátaði við KÍ-veteranin, Ragnu Patawary.

 

Fyrsti minni parturin av prátinum snúði seg um summarfestivalin í Klaksvík.

 

Annar størri parturin snúði seg um fótbólt. Prátað var bæði um FM-stríðið KÍ-kvinnurnar hava við EB/Streym/Skála, og prátað var um komandi evropeisku uppgávuna hjá KÍ-kvinnunum. KÍ er í Women´s Champions League undanbólki saman við makedonska, kroatiska og íslendska meistaraliðnum. Ragna Patawary vónar, at KÍ-kvinnurnar, ið hvussu er kunnu vinna á makedonska meistaraliðnum.

 

Prátið kom eisini inn á effodeildardystin, sum verður millum KÍ og Víking klokkan 18 í kvøld. Ragna Patawary vónar, at KÌ-mennirnir yvirraska. Ein KÍ-sigur hevði bjargað summarfestivalin fyri mong, staðfestir Ragna Patawary. Rás2 sigur frá dystinum.