Tað er sjáldan tú møtir so illum monnum, sum teimum fýra, ið manna Rage Against The Machine.
The Battle Of Los Angeles er enn ein roynd frá kollveltingarsinnaðu monnunum at kvæla líkasæluna og tómleikan, ið annars fyllir stóran part av poppheiminum.
Now Testify!! rópar Zack De La Rocha. Hansara marsjerar eftir tungum rytmum á krevjandi vegi ? asfalteraðar við Led Zeppilin riffum. Hann syngur ikki ein tóna, men ávíkavist rópar ella fýsur boðskapin út. Vaknið, tykkar dølgar!! Heimurin er rotin. Hungur og bumbur, kúgaðir minnilutar. Her er avgjørt intellektuell øði, ið byggir á annað enn læntar sitatbøkur.
Guitarleikarin Tom Morello arbeiðir nógv við ymsum guitarljóðum oman á meira traditiónellur riffini og hetta riggar sera væl.
The Battle Of Los Angeles er frálík fløga. Men krevjandi. At fara í kríggj, krevur sín mann. ?Violence is in all hands/Embrace it if need be/Living? been warfare/ I press it to CD? geylar Zack De La Rocha.
Keyp og geyla við!