Eitt av mongu matstovunum í høvuðsstaðnum, Rafiksa Pizza, er farið í søguna. Eigarin av Rafiksa Pizza, Rafik Bourbiaa, hevur seinastu góðu tvey árini havt pizzaria í bygninginum í Tórsgøtu 11 í Havn, har Manhatta og Rio Bravo eisini halda til. Fyri sløkum 14 døgum síðan gjørdi Rafik Bourbiaa av lata Rafiksa Pizza aftur.
?Eg orki ikki meira, tí tað er langt at ferðast úr Vestmanna hvønn dag. Tað er eisini ómetaliga dýrt at leiga í Havn, og færri og færri kundar vitjaðu, greiðir Rafik frá.
Rafik Bourbia hevur framvegis eitt pizzaria í Runavík, sum hann ætlar at varðveita. Spurdur um tað er hansara tykki eru ov nógv matstøð í høvuðsstaðnum í løtuni, svarar Rafik, at tað er tað so avgjørt, og hann sigur seg ikki verða bilsnan um fleiri við honum verða noydd at gevast í næstum.
Millum 8 og 9 fólk starvaðust á Rafiksa Pizza










