Rafik og Farhad í Eystara Landsrætti

Málið, sum føroyska ákæruvaldið førir móti tunesarunum, Rafik og Farhad Bourbiaa, er fyri í Eystara Landsrætti í dag

Hesir báðir vórðu í Føroya dømdir ávikavist fýra og tveir mánaða fongsul fyri at hava hótt ávikavist ein systir- og bróðurson eftir lívinum í juli mánaði í ár. Bæði verjar og ákæruvald kærdu málið inn fyri hægri rætt. Síðani hendi tað, at annar av teimum, sum upprunaliga ákærdi hesar báðar fyri drápshóttan, Mouhammed Bourbiaa, tók sínar ákærur aftur og legði hin ákærarar, Tallell, undir at hava logið fyri sær. Mouhammed kom aftur til Føroya, eftir hann segði seg hava funnið út av, at alt bygdi á lygn, og býr og arbeiðir í dag saman við Rafik Bourbiaa. Ikki er greitt, nær Eystari Landsrættur fellur dóm í málinum.