Rafael Benitez kláraði 200 dagar í Everton

Premier league: Wayne Rooney er favorittur at blíva nýggjur venjari hjá Everton

Everton hevur í dag boðað frá, at umstríddi Rafael Benitez er koyrdur, bara 200 dagar eftir at hann bleiv settur sum venjari í felagnum. Favorittur at taka yvir er ongin minni enn Wayne Rooney, sum er venjari hjá Derby.

 

Tað var undir umstríddum umstøðum, at spanski Rafael Benitez bleiv settur sum venjari hjá Everton. Hann er fyrrverandi venjari hjá grannunum úr Liverpool, og kallaði í 2007 Everton fyri eitt lítið felag.

 

Hartil hevur Everton verið í eini áhaldandi kreppu í eini fimm ár, har tað ikki hevur eydnast at fáa nógv fyri pengarnar. Tá so Rafael Benitez bara fekk tjúgu milliónir krónur at keypa fyri, so var hetta helst dømt at miseydnast.

 

Í gjár tapti Everton fyri níggjundu ferð upp á 13 dystir, tá teir taptu 2-1 móti botnliðnum Norwich – Norwich, sum ikki hevði skorað í seks teimum unganfarnu dystunum.

 

Avloysarin kann blíva ein gamal kenningur í felagnum. Nevniliga Wayne Rooney, sum er uppvaksin í Everton, men helst mest kendur fyri sína tíð í Manchester United. Hann er í løtuni venjari hjá Derby og hevur klárað seg væl seinastu mánaðirnar, eftir at felagið fekk frátikið 21 stig.