Rafael Benitez fingið nýtt starv

Útskeldaði Chelsea venjarin verður komandi ár venjari hjá italska Napoli. Tað hevur forsetin í felagnum kunngjørt í dag.

 

- Rafael Benitez er nýggjur venjari í Napoli. Ein fantastiskur venjari við nógvum altjóða royndum. Ein leiðari, skrivaði forsetin hjá Napoli, Aurelio De Laurentiis á sína Twitter síðu í kvøld.

 

Rafael Bentiez er 53 ára gamla og hevur verið venjari hjá Valencia, Liverpool og Inter Milan, áðrenn hann tók við sum fyribils venjari hjá Chelsea í hesum kappingarárinum.

 

Fráfarandi venjarin í Napoli, Walter Mazzarri, er endaður í Inter Milan. Tað ljóðar eisini í italskum fjølmiðlum, at venjarin hjá AC Milan, Massimiliano Allegri, ikki verður venjari hjá felagnum komandi kappingarár.