- Í løtuni kann eg ikki tosa um framtíðina. Framtíðin fyri meg er Chelsea dysturin í morgin og Hull í komandi viku, sigur ein trýstur Rafael Benitez.
Soccernet.com sigur seg vita, at Liverpool venjarin í summar skiftur til Juventus. Teir hava eina keldu, ið sigur at tað bara er ein spurningur um tíð, áðrenn skiftið verður kunngjørt, sigur keldan við soccernet.com
- Seinasta ár valdi eg at verða verandi orsaka av viðhaldsfólkinum. Í eitt ár havi eg arbeitt hart og roynt at gera mítt besta. Vit fáa at síggja hvat framtíðin hevur at bjóða, sigur Liverpool venjarin.
Hóast fleiri gitingar, so sigur Benitez seg vilja vinna dystin ímóti Chelsea í morgin. Hóast fylgirnar av at vinna dystin kunnu verða, at Manchester United vinnur enska meistaraheiti.
- Eg vil vinna dystin ímóti Chelsea og tann ímóti Hull og tað er tað. Eg eri her enn og vónandi verið eg eisini her til dystin ímóti Chelsea sunnudagin, sigur ein skeispur Rafael Benitez.
Liverpool og Chelsea hittast í morgin klokkan 13.30.