Rafael Benitez heldur lítið um útvísingina, sum svenski dómarin, Jonas Eriksson, gav Ryan Babel í gjár. Ryan Babel gjørdi ov nógv av, tá hann skuldi siga nøkur borgarlig orð við Benfica verjuspælaran, Luisao, eftir at hesin hevði gjørt fríspark ímóti Liverpool framherjanum, Fernando Torres.
- Avgerðin er ring at skilja og ógjørligat broyta, men vit mugu hyggja frameftir, og byrja at hugsa um dystin á Anfield um eina viku, sigur Benitez.
Liverpool var á odda 1-0, tá Ryan Babel eftir ein hálvan tíma bleiv útvístur.
- Dómarin segði, at eg fekk reytt kort fyri at nema við andlitið hjá Luisao. Kanska tað var býtt av mær at nema við andlitið hjá honum, men eg haldi at eitt gult kort hevði verið í ordan, segði Ryan Babel eftir dystin.
Benfica vann dystin 2-1. Seinna fjórðingsfinalan verður hósdagin á Anfield.