Rafael Benítez er í morgun almannakunngjørdur sum høvuðsvenjari í Real Madrid. Spaniólin hevur seinastu árini verið venjari í italska felagnum Napoli, men fer nú heim aftur til Spania. Hann er er føddur og uppvaksin í spanska høvuðsstaðnum og byrjaði sína fótbóltsyrkisleið í spanska stórfelagnum, bæði sum spælari og venjari. Fyrsta høvuðsvenjara starv hansara var fyri eykaliðið hjá Real Madrid.
Hann hevur skrivað undir ein trý ára sattmála við spanska stórfelagið.
Real Madrid koyrdi venjara sín, Carlo Ancelotti, eftir at felagið farna kappingarár ikki vann nakað steyp.
Leysasøgur hava í longri tíð gingið um, at Rafa Benítez skuldi gerast venjari í Real Madrid og í morgun gjørdist tað so alment.
Rafa Benítez vann sponsku La Liga kappingarárini 2001/2002 og 2003/2004, sum venjari hjá Valencia. Kappingarárið 2003/2004 vann hann eisini UEFA Cup við Valencia.
Hann fór síðani til Liverpool, har hann vann Champions League í 2004/2005 og FA Cup í 2005/2006. Hann varð koyrdur í 2010, men fekk stutt eftir starv í Inter. Har steðgaði hann tó ikki leingi og varð koyrdur eftir hálvum ári.
Í novembur 2012 gjørdist hann fyribils venjari hjá Chelsea og førdi liðið til heiður í Euro League kappingini. Tað var tó ikki nokk til at tryggja honum starvið, og í 2013 gjørdist hann tí venjari hjá Napoli. Har vann hann enn eitt steyp, tá Napoli gjørdist steypavinnari í 2013/2014.