Rafa er púra vísur í top-4

Venjarin hjá Liverpool sigur seg við vissu kunna staðfesta, at felagið aftur í ár verður millum tey fýra bestu í Onglandi

Fótbóltur

Hóast Liverpool í løtuni hevur hagtøl, sum staðfesta, at liðið bert hevur vunnið tríggjar av seinastu 15 dystunum, og hóast støðan í Premier League er alt annað enn nøktandi hjá felagnum, so noktar Rafael Benitez fyri at vera dapurskygdur.
- Tað týdningarmesta er, at vit støðugt betra okkum. Seinastu fimm árini hava vit styrkt felagið á øllum økjum, og tað mugu vit ikki tveita fyri borð, bara tí tað beint nú gongst minni væl.
- Vit mugu framvegis arbeiða hart og miðvíst, og talan er bert um heilt smáar lutir, sum skulu betrast, áðrenn úrslitini aftur eru við okkum.
- Enn eru 22 dystir eftir at spæla, og eg kann siga fyri vist, at vit verða í top-4 við kappingarlok. Vit hava eitt lið, sum er nógv sterkari enn tað, sum vit hava víst í seinastuni, sigur Rafael Benitez.

Villa hóttir
Samstundis er Aston Villa í fullari ferð við at bróta dominansin, sum tey fýra stóru hava havt í Onglandi seinastu nógvu árini.
Útisigurin á Old Trafford leygardagin undirstrikaði, at Aston Villa hevur potentialið, og í gjár lupu teir upp á triðjaplássið við sigri móti Sunderland.
Ein av teimum, sum væl dugir at síggja Aston Villa millum heiðursmerkini, er Carlos Ancelotti, venjari hjá Chelsea.
- Aston Villa hevur eitt sera vandamikið lið, sum Liverpool og kanska eisini Arsenal skulu vara seg fyri. Teir vunnu móti okkum og teir vunnu móti Manchester United, og sjálvur haldi eg, at Martin O’Neill hevur gjørt eitt framúrskarandi arbeiði í felagnum, sigur Ancelotti.