Christian Klar, sum var ein av leiðarunum í yvirgangsbólkinum Rote Armé Fraktion, verður nú royndarleyslatin eftir at hava sitið í fongsli í 26 ár Í 1985 bleiv Christian Klar, sum nú er 56 ára gamal, dømdur fyri at hava tikið lut í 9 morðum og 11 morðroyndum.
Rætturin í Stuttgart, sum hevur viðgjørt ætlanina at royndarleyslata Christian Klar, sigur í niðurstøðuni, at tað er ikki sannlíkt, at hann fer aftur upp í yvirgang ella annað lógloysi.
Hildið verður, at Rote Armé Fraktion gjørdi av við 34 fólk í tíðarskeiðinum frá 1970 til 1991.