Forsætisráðfrúan í Póllandi, Ewa Kopacz, hevur viðgingið, at flokkur hennara hevur tapt valið
Tey nationalkonservativu, Lóg og Rættvísisflokkurin, (PiS) fær 39,1 prosent av atkvøðunum við valið í Póllandi í dag. Tað vísa valkanningar frá Ipsos, eftir at atkvøðuhølini lótu aftur í kvøld kokkan 21.
Forsætisráðfrúan, Ewa Kopacz frá liberala Borgaraplatform flokkinum (PO) viðgekk, at hon og flokkur hennara hava tapt valið. Tað skriva tíðindastovurnar Ritzau og Reuters.
Leiðarin í Lóg og Rættvísisflokkinum, Jaroslaw Kaczynski, boðaði samstundis frá, at flokkur hansara hevur vunnið valið.
Kanningin av valstøðunum í dag váttar gongdina, sum allar kanningar hava víst í valstríðnum.