- Rættvísi hevur sigrað. Tað er staðfest, at Jørgen Niclasen hevur snýtt bæði landskassan og sín nærmasta samstarvsfelaga Skipafelag Føroya. Tað er eisini staðfest, at Jørgen Niclasen hevur volt landskassanum eitt munandi tap, og tað er staðfest, at Jørgen Niclasen hevur brotið tolllógina.
Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur hjá Sveini Tróndarson, aftaná at Eystari landsrættur í morgun fríkendi Svein Tróndarson og kringvarpsfólkini, Dia Midjord, stjóri í KVF, Liljan Weihe, tíðindaleiðara í KVF, og Jan Lamhauge, journalist í KVF, í øllum ákærum um ærumeiðing móti Jørgeni Niclasen, floksformanni í Fólkaflokkinum.
Bjørn á Heygum tulkar dómin sum eina staðfesting um, at alt tað, ið hevur verið ført fram í fjølmiðlunum um Jørgen Niclasen í tollmálinum, var satt.
- Dómurin staðfestir, at alt tað, ið hevur verið sagt og skriva í Kringvarpinum og á Portalinum er satt. Tað var í samsvar við veruleikan. Jørgen hevur snýtt landskassan.