Teir báðir ungu menninir, sum hava sitið í varðhaldi í nátt, og sum seinnapartin í dag hava verið í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti, eru nú leyslatnir aftur.
Dómarin metti ikki grundarlag vera fyri at fongsla ein 17 ára gamlan og 18 ára gamlan mann, sum í gjár vórðu handtiknir í sambandi við málið um grovan harðskap í vesturbýnum í Havn gjáranáttina.
Teir eru tó framvegis skuldsettir fyri drápsroynd ella grovan harðskap. Tveir aðrir mans vórðu í gjár varðhaldsfongslaðir í fýra vikur, harav eina viku í isolatión í sambandi við sama harðskapsmál.